- Evnið: Ístandsetan av Kirkjustovu
- Byggiharri: Havnar kirkjuráð
- Stað: Tórshavn
- Stødd: 326 m²
- Ár: 2024
- Toymi: Arkitektar99
Um bygningin
Kirkjustova varð liðugt umvæld og tikin í nýstlu í septembur 2024. Í 2016 teknaðu Arkitektar99 uppskot til umvæling av Kirkjustovu, sum tá æt Arnes minde og áðrenn tað Hjá Bærentsen.
Kirkjustova er nú, bygningur, sum hýsir ymiskum virksemi hjá Havnar kirkju. Á loftshæddin eru skrivstovur til prestar, fundarhøli, tekøkur, vesi og teknikkrúm.
Á miðhæddini eru høvuðsdyr, forstova og gongd, kirkjuskrivstova hjá Havnar kirkju, køkur, vesi og høli til kirkjukaffi o.a. virksemi har fólk hittast í kirkjuligum høpi, sum t.d. jarðarferð ella konfirmantstova.
Á lendishæddini eru eisini dyr, vesi, køkur og hølir til kirkjukaffi o.a. Umframt hetta er goymsla, teknikkrúm og ein gamal klivi við uppruna fongsuls klivahurð.
Umvælingin av bygninginum kann lýsast sum umskapan av verandi bygningi.
Yvirtromin er nýggj, men stórviður í útveggum og partur av grundini eru upprunalig. Aftrat hesum hevur dentur verður lagdur á, at hóast bitarnir eru úskiftir við límtræðsbitar í konstruktiónini, eru teir varðveittir og settir uppundir lofti fyri at eiga dámin av gomlum tilfari inni.
Nýggja tilfarið í konstruktiónini var sett í fyri at stuðla verandi konstruktión og gera hana stívari og fastari. Hetta hava nútíðmans krøv til konstruktiónina kravt.
Uttan er bygningurin eisini umvældur. Nýggjar framsíður eru, sum eru gjørdar við nærlagni so at tær líkjast framsíðunum, sum vóru við gulmálaðum rukkublikki og grønmálaðum skrábrettum og tilsetningum og postament við vindeygu.
Vindeygu og hurðar eru nýggjar og nútíðmans krøv eru gingin á møti við lyftu inni og úti við trappuna. Gamla trappan er sett í stand og nýggj trappa er úr miðhæddini og oman á lendishæddina.
Innari veggurin í trappurúminum er kladdur við gomlum veggja og loftsbrettum sum vóru bjargaði úr gamla byggitilfarinum.
Har sum nýggjur betong útveggur er stoyptur í grundini eru relief rundan um vindeyguni. Hetta er nýtulking av gamla útvegginum, sum áður hevur haft stoyptan relief kant rundan um vindeyguni. Gróti sum var, er nýtt til grót garðin millum kirkjustovu og Havnar kirkjur.
Inni eru panelir upp á hálvan vegg, sum hava fingið íblástur frá panelunum, sum vóru. Dentur og serligur áhugi fyri detaljuni og relieffi, liggur aftanfyri sniðgevingini.
Yvirhøvur er dentur lagdur á at fáa fram yvirflatu útsjóndina at virka væl saman har kompositionin millum nútíðmans yvirflatur og uppruna yvirflatur koma saman.
Tilsamans skapar man soleiðis nýtt umhvørvið og nýggj rúm av tí gamla og tí nýggja.
Eftirskrift
Bygningurin er søguligur bygningur og hevur hýst nógvum ymiskum virksemi og fólki ígjøgnum tíðirnar. Kirkjan keypti húsini frá Tórshavnar Kommunu í 2015.
Bygningurin hevur verið bústaður, prentsmiðja (Færingetidende varð prentað har), handil, veistlu- og dansihølir, sodavatnsbryggjarí (Ydun) , útleigaður til bústað, býráðssalur, mjólkaforsýning, mjólka- og ostasøla, margarin framsleiðsluhøli, venjingarhøli hjá Tórshavnar Musikkfelag, politistøð við 2 klivum og skrivstovu, umsiting hjá býráðnum, hølir hjá Ungmannafelagnum Skansanum og Kommunal dagrøkt.