ARKITEKTAR 99

Marita Weihe, arkitektur, sála og Jóhann Laksafoss, arkitektur settu Arkitektar 99 á stovn í 1999.

Í 2006 yvirtók Jóhann Laksáfoss teknistovuna. Arkitektar 99 er ein ráðgevandi fyritøka og hevur nærum 23 ára royndir innan ráðgeving og projektering av øllum sløgum av byggiuppgávum.

Á teknistovuni starvast arkitektar og byggifrøðingar, og eru konsulentar knýttir at teknistovuni eftir tørvi. Høvuðsarbeiðsøkini eru skitsuuppskot, projektering, byggileiðsla, eftirlit og programmering í sambandi við vinnubygging, stovnar og íbúðarbygging, alt frá nýbygging til endurbygging. Eisini taka vit okkum av at viðlíkahalda friðaðar bygningar.

Íblástur fæst m.a. við tøttum og nærløgdum samstarvi við byggiharran, samstundis sum teknistovan leggur seg eftir at virða og brúka áralongu royndinar, sum har eru. Nýggj vitan og nýggjur íblástur eru týðandi partar av dagliga arbeiðinum av at menna teknistovuna sum arbeiðspláss og tænastuvirki.

Vit taka okkum eisini av at tekna sethús, byggja verandi sethús um og skriva støðufrágreiðingar.