Uppskotið vann 1.virðisløn
- Evni: Kapping
- Byggiharri: Tórshavnar Kommuna
- Stað: Hoyvík
- Stødd: 50.000 m2
- Ár: 2016
- Toymi: arkitektar99 og LOFTI arkitektar
HUGSKOTIÐ
Skapið á kirkjugarðinum leggur seg eftir lendinum. Koturnar verða fylgdar og landslagsligu sermerkini í økinum, so sum tjørnin, kletturin og dalurin verða varðveitt.
Vit hava tí leita aftur í siðsøguna til teir gomlu kirkjugarðarnir og byggingarháttin, ið varð nýttur tá.
Teir gomlu kirkjugarðarnir er ongantíð rætthyrntir, men avrundaðir, næstur ellipsuformaðir. Hetta hongur partvís saman við, at nýtta tilfarið ikki altíð hevur verið væleydnað til hvøss horn. Tó er tað fyrst og fremst ein leivd frá byggingarhátti úr víkingatíðini.
MYNDBERING (metafor)
Rundu formarnir í kirkjugarðinum ímyndar eina óendaliga ferð. Deyðin er ikki endin, men lívið heldur áfram fyri tey ið liva eftir, øskan ella kroppurin verður ein partur av jørðini aftur og fyri tann ið trýr heldur lívið áfram hinumegin.
Vit hava somuleiðis leita okkum íblástur í føroysku mentanini. Ein dansiringur er eisini ein óbrotin ringur, av ættarlið eftir ættarlið av føroyingum ið hava staði saman og hildi siðvenjurnar við líka… Hetta sæst aftur í tilnevningini av kirkjugarðinum. Rørslan, dansiringurin, siðvenjan, endaloysi ….
Við at flætta saman rundu formanir verður allur kirkjugarðurin saman við landslagnum uttanum ein flótandi rørðsla.
Kirkjugarðurin er uppbygdur soleiðis at hann kann víðkast við einum rundum formi tá tørvur er á tí, men merkist fullfíggjaður í hvørjum stigi.