- Evni: Umvæling
- Byggiharri: Havnar Kirkju Kirkjuráð
- Stað: Tórshavn
- Stødd: 310 m²
- Ár: 2014-2015
Arbeiðið at skráseta standin á kirkjuni bleiv gjørt í 2013. Síðani varð farið undir at fyrireika umvælingararbeiðið av sjálvum bygninginum og skipan av lendinum kring kirkjuna. Sjálvt arbeiði byrjaði í januar mánað í 2015 og var liðugt til Ólavsøku í 2015.
Lendi kring Havnar Kirkju er lagt við føroyskum basalti úr Skopun. Flísarnir eru sandblástir, meðan brendir flísar eru lagdir ímillum. Hetta gevur eitt avbera vakurt spæl í lendinum.
Inn móti kirkjuni er bøllugrót lagt í mold. Sum tíðin gongur gerst hetta alsamt grønari. Hetta spælir sera væl upp móti kirkjuni, sum er ein av elstu træbygningunum vit eiga her í Føroyum.
Undir umvælingararbeiðinum var sera stórur dentur lagdur á at varðveita so nógv av upprunaliga tilfarinum sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er tíðum stór avbjóðing í sær sjálvum og setur høg krøv til hondverkaran og hansara nærlagni. Lukkutíð vóru hondverkararnir av teim bestu og sæst hetta eisini aftur í góðskuni í arbeiðinum sum gjørt er í kirkjuni.
Ein av uppgávunum var at ljósseta kirkjurúmið betri. Hetta gjørdist ein stór og áhugaverd avbjóðing tí kirkjan má varðveita sín heiður og sína tign. Her má farast varisliga fram og ansast má eftir at atlit vera tikin fyri verandi bygningi og fornminni.
Ein nýggj messinglampa bleiv sniðgivin her á teknistovuni og serframleidd júst til Havnar Kirkju og alt ljós í kirkjurúminum umlagt til orkusparandi LED.
Kirkjan var málað, øll sum hon er, bæði innan og uttan. Allir litir vóru skrásettir og litroyndir gjørdar fyri at leggja seg so tætt uppat upprunaliti sum møguligt. Stjørnurnar uppi undir hválvinum eru lagdar við blaðgulli. Hetta er alt valaverk og sera væl úr hondum greitt, so dómkirkja Føroya aftur kemur til tign og heiður.