Sethús Oman Gil í Hoyvík – Ávegis bygging

Sethús Oman Gil í Hoyvík - Ávegis bygging

Hesi snotuligu húsini verða í løtuni bygt uppi í Hoyvík.

  • Ábyggingin er 97 m², og nýtslustigi 190 m².
  • Eigarin stendur sjálvur fyri at byggja húsini.

Tey hava stovu, køk, baðirúm, hjúnakamar og klædnarúm í ovaru hæddini, og í niðaru hæddini eru tvinni kømur, lítið baðirúm, bryggers, gong og bilhús.

Stova og køkur eru á ovaru hæddini, og inngongd er í niðaru hæddini. Trappugongin er tí gjørd soleiðis, at skjótt er at fáa samband við fólk, ið koma inn.

Stóra avbjóðingin við hesum húsunum var at gagnnýta tað lítla grundstykkið, sum er 322 m², sum mest. Nógv er gjørt burturúr at fáa dagsljós inn har tørvur er á tí, umframt at gagnnýta tann góða sólargangin.

Deil hetta upslag

Del på facebook
Del på twitter
Del på linkedin
Del på email

Argja Kirkja – Kapping

Uppskot sum Arkitkektar99 og Lofti Arkitektar gjørdu saman til arkitektakappingina um nýggja kirkju á Argjum. Uppskotið vann 2. virðisløn. Evni: Um- og útbygging av Tekniska

Les meira »

Stakar til Kaldbaks Kirkju

Hesar avbera flottu og vøkru ljósastakar hava arkitektar99 teknað og lati framleitt eftir áheitan frá kirkjuráðnum í Kaldbak. Kirkjan hevði stakar úr timbri frammanundan, men

Les meira »

Sethús í Klaksvík

Húsini standa á niðaru síðu á vegnum og vera bygd í tveimum hæddum. Evni: Nýbygging Byggiharri: Privat Stað: Klaksvík Stødd: +200 m² Ár: 2016 Húsini

Les meira »
Lat aftur