billede

Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt

  • Evni: Heildarætlan, miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
  • Byggiharri: Tórshavnar Kommuna
  • Stað: Hoyvík
  • Ár: 2012
  • Toymi: Jóhann Laksáfoss, Suni. E.J. og Jóannes Petersen

Miðstaðargøtan í Hoyvíkshaganum sum smýgur sær teir 600 metrarnar frá Hoyvíkar Kirkju niðan til miðstaðarøkið í Hoyvíkshaganum Suður í einum 80 metur breiðum belti, er ein partur av intigreraða býarpartinum millum Dalin Langa og Løgmannabreyt. Ætlanin er, at Karlamagnusarbreyt skal innihalda tær týdningarmestu funktiónir og tænastur, ið ein nýmótans býlingur ella býur hevur brúk fyri. Eitt munandi tal á arbeiðsplássum og íbúðir, sum kunnu/skulu vera í ovastu hædd í handils- og skrivstovubygningunum. Hettar fyri at geva lív til miðstaðargøtuna alt døgnið.

Økið er 80 metur breitt við einum 10 metur breiðum vegi, Karlamagnusarbreyt, sum smýgur sær ígjøgnum miðstaðin, har atgongd er til Myllutjørn og fríøkið. Hetta gevur byggiøki í nógvum ymiskum støddum og sniðum báðumegin Karlamagnusarbreyt.

Krav verður sett um, at partur av veghæddini í bygningunum skal verða til útvenda nýtslu, t.v.s. handlar, tænastuvirki og matstovur v.m.. Hesin parturin er endin í niðastu hæddini ímóti Karlamagnusarbreyt og ikki minni enn 6 metur inn í bygningin.

Byggingin skal haldast innanfyri ásettu treytirnar í hvørjum einstøkum byggifelti.Samlaða talið á byggifeltum við Karlamagnusarbreyt er 53. Ímillum byggifeltini skulu vera parkeringsøki og fríðøki. Byggifeltini eru í høvðusheitum deild í trý ymisk snið: tað liniera byggifeltið, tað rúmliga byggifeltið og tað uppdeilda byggifeltið.

Deil hetta upslag

Del på facebook
Del på twitter
Del på linkedin
Del på email

Tryggingarfelag Føroya

Evni: Uppskot Byggiharri: Tryggingarfelag Føroya Stað: Hoyvíkshagin Suður Stødd: + 3000 m² Ár: 1999-2005 Toymi: Marita Weihe, Jóhann Laksáfoss og Karl M. Klein

Les meira »

Eik í Fuglafirði

Uppskotið vann 1.virðisløn Evni: Nýbygging Byggiharri: Eik Banki Stað: Fuglafjørð Stødd: +340 m² Ár: 2006 Toymi: Marita Weihe og Jóhann Laksáfoss Bankin er í Fuglafirði.

Les meira »
Lat aftur