25

Drekin íbúðarbygging

40 íbúðir

  • Evni: Uppskot
  • Byggiharri: Bústaðir
  • Stað: Tórshavn
  • Stødd:
  • Ár: 2014
  • Toymi: Arkitektar99 og LOFTI arkitektar

Sum Drekin – ormurin við veingjum – smýgur bygningurin sær niðan eftir trøðni við Dalavegin. Sniðið skapar lívgandi útirúm kring bygningin, smáar deplar har íbúgvanir kunnu møtast til prát ella spæl. Friðarligi áarløkurin rennur framvið Drekanum og gevur lív til grønu útirúmini og økið kring bygningin.

Áhugaverdur í skapið og ikki minst, áhugaverdur í byggihátti. Hann er leysur av lendinum og tykist sveima í leysum lofti.

Álin, ið er skrædla omanav trøðni, er lyft upp í loft og skapar tekjuna. Flagtekjan passar seg sjálva við vøkstri. Eitt avrit av traðabønum við øllum tí vøkstri, ið hartil hoyrir.

Rúmd er á trøðni fyri í alt um 45 íbúðum í støddum frá 50-125 fermetrar, tillagað eftir eftirspurningi.

Burðardygd er lyklaorið í verkætlanini. At verja upprunalendið, at spara orku, at skapa trivnað, at byggja bíliga og samstundis byggja vakurt.

Deil hetta upslag

Del på facebook
Del på twitter
Del på linkedin
Del på email

Tryggingarfelag Føroya

Evni: Uppskot Byggiharri: Tryggingarfelag Føroya Stað: Hoyvíkshagin Suður Stødd: + 3000 m² Ár: 1999-2005 Toymi: Marita Weihe, Jóhann Laksáfoss og Karl M. Klein

Les meira »

Eik í Fuglafirði

Uppskotið vann 1.virðisløn Evni: Nýbygging Byggiharri: Eik Banki Stað: Fuglafjørð Stødd: +340 m² Ár: 2006 Toymi: Marita Weihe og Jóhann Laksáfoss Bankin er í Fuglafirði.

Les meira »

Statskassin

Evni: Umbygging Byggiharri: Ríkisumboðið Stað: Tórshavn Liðugt bygt: 2009 Umvæling av síðum og tekju og altanum

Les meira »