Eik í Fuglafirði

 

 

Evni: Nýbygging
Byggiharri: Eik Banki
Stað: Fuglafjørð
Stødd: +340 m²
Ár: 2006
Viðmerkingar:          Gjørt
   
Toymi: Marita Weihe og Jóhann Laksáfoss

 

Byggingin byrjaði í 2005, og stóð bygningurin liðugur í 2006. Bankin er í Fuglafirði. Bygningurin er ætlaður sum tveir bygningar við glasi ímillum.

Byggisniðið er ætlað at binda saman frílendið frammanfyri kirkjuna við økið frammanfyri nýggja Eik bygningin. Soleiðis gerst økið og bygningarnir ein samanhangandi býarmynd, og frílendið gerst sjónligt hjá koyrandi og gangandi.

Viðskiftafólk hjá Eik Banka fáa eitt vakurt útsýni til frílendið, tá ørindi eru í peningastovnin.

Bygningurin lagar seg eftir lendinum og opnar seg á báðum síðum soleiðis, at ein beinavegin fær eyga á bygningin og inngongdina, bæði tá ein kemur vestanífrá og eystanífrá.
Somuleiðis eru bygningskropparnir eisini vendir móti fríøkinum og kirkjuni.

Byggingin er einføld, og tann norðasti parturin er bygdur soleiðis, at ein hædd lættliga kann byggjast omaná, sum ynskið hjá byggiánaranum var.

Kemur tú heimeftir, sært tú tvørtur ígjøgnum bygningin inn á frílendið vestanfyri.

Fyri at styrkja um samanbindingina við kirkjuøkið verða trø plantað á rað í somu linju sum bygningurin bæði eystanfyri og vestanfyri.

Tá tú kemur inn í bygningin, er hann gjøgnumskygdur ímóti frílendinum.

 

Atkoman er frá høvuðsvegnum við bilstøðlum frammanfyri bygningin.

Frammanfyri bygningin eru betongtrin sum ein partur av frílendinum, og har kunnu fólk seta seg niður. Eisini er skrái til rørslutarnað í rullustóli og barnavognar.

Betongflísar eru lagdar á túnið.

 

Í tunga bygningskroppinum móti suðri eru skrivstovur, viðtaluhøli, køkur, wc, reingerðarrúm og goymslurúm. Í tunga bygningskroppinum móti norði er  servararúm, kundaboksir og boksrúm. Ímillum teir tungu bygningskropparnar eru atkoma og avgreiðsluøki.

Tungu bygningskropparnir mótið suðri og norði eru klæddir við natúrskifer, meðan avgreiðsluøkið verður gjøgnumskygt. Tó er ætlanin, at alu-lamellir skulu vera frammanfyri vindeyguni í avgreiðsluøkinum.

  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
  • Eik í Fuglafirði
 
Luk