Sethús í Gøtu

 

Evni: Nýbygging
Byggiharri:         Privat
Stað: Norðagøtu
Stødd: +200 m²
Ár: 2009
Viðmerkingar:       Gjørt
   
Toymi: Jóhann Laksáfoss og Høgni Laksáfoss

Sethúsini vórðu bygd í 2009 í Norðragøtu. Tey hava tvær forskotnar hæddir, og takið skránar eftir landslagnum. Tríggjar eindir eru; tvær teirra eru til bústað, og í triðju eindini er rúm til bilin og goymslurúm. Veggirnir í tveimum av eindunum eru bert betong, og hin triðja liggur inni ímillum hesar báðar og er klødd við vøkrum timbri. Inngongdin er á ovaru hæddini í miðbygninginum. Úr gongini verður komið inn í køkin/ felagsrúmið, sum eisini er ein stór gongd, haðani atgongt er til hinar partarnar í húsinum. Inni í húsunum hevur ein varhugan av, hvussu húsini laga seg eftir bratta  landslagnum, og tað sæst aftur av, hvussu loftið hellir. Beru betongveggirnir uttanfyri halda fram inni í húsinum . Úr køkinum/felagsrúminum sæst út yvir niðaru hæddina. Ovara hæddin er deild upp í eina eind við trimum sovirúmum við wc-rúmi, og eina eind við gongd, køki/felagsrúmi, vaskirúmi (haðani atgongd er til bil- og goymslueindina) og eina stovu í hinum endanum. Úr ovaru hæddini er samband til niðaru hæddina, og har eru tvey sovirúm, tvær stórar stovur og vaskirúm. 

 

 

 

 

  • Sethús í Gøtu
  • Sethús í Gøtu
  • Sethús í Gøtu
  • Sethús í Gøtu
  • Sethús í Gøtu
  • Sethús í Gøtu
  • Sethús í Gøtu
 
Luk