Sethús Oman Gil í Hoyvík - Ávegis bygging

Hesi snotuligu húsini verða í løtuni bygt uppi í Hoyvík.

Tey hava stovu, køk, baðirúm, hjúnakamar og klædnarúm í ovaru hæddini, og í niðaru hæddini eru tvinni kømur, lítið baðirúm, bryggers, gong og bilhús.

Stova og køkur eru á ovaru hæddini, og inngongd er í niðaru hæddini. Trappugongin er tí gjørd soleiðis, at skjótt er at fáa samband við fólk, ið koma inn.

Stóra avbjóðingin við hesum húsunum var at gagnnýta tað lítla grundstykkið, sum er 322 m², sum mest. Nógv er gjørt burturúr at fáa dagsljós inn har tørvur er á tí, umframt at gagnnýta tann góða sólargangin.

Ábyggingin er 97 m², og nýtslustigi 190 m².

Eigarin stendur sjálvur fyri at byggja húsini.

  • Sethús Oman Gil í Hoyvík - Ávegis bygging

Luk