Argja Kirkja - Kapping

Evni: Kapping um nýggja kirkju á Argjum
Byggiharri: Argja Kirkju Kirkjuráð
Stað: Argir
Stødd: 1470 m²
Ár: 2015
Viðmerkingar:  
   
Toymi: Arkitektar99 og LOFTI Architecture

 

Uppskot sum Arkitkektar99 og Lofti Arkitektar gjørdu saman til arkitektakappingina um nýggja kirkju á Argjum.

Uppskotið vann 2. virðisløn.

FORMURIN
Formurin á kirkjuni er ein tulking av forminum av fiskinum, sum tað kristna symbolið ICTUS, har kirkjan er kroppurin meðan kapellið er sterturin. Hettar gevur kirkjuni sera áhugaverd rúm, sum er eitt upplivilsi at verða í.
 
Formurin vísur eisini til tað føroyska landslagið við fjallaryggjum, fløtum og toppum.  
Formurin opnar seg upp við glaspartíum, sum man eisini sær í føroysku fjøllunum har holur, gjógvir og hellur gera sprekkur í massivum grantiformatiónum. Glassprekkurnar í takkonstruktiónini vísa somuleiðis til til áir, sum rudda sær veg oman ígjøgnum mold og gras og renna eftir grótinum. Við tí hallinum sum er á hesum vindeygum, kann man ímynda sær at regnið rennur, sum áin oman eftir vindeygunum og gevur eina serliga kenslu inni í kirkjurúminum.
 
FUNKTIÓNIR
Nýmótans kirkjur eru í dag meira, sum kirkjumiðdeplar har nógvar ymiskar funktiónir samlast rundan um sjálvt kirkjurúmið. Funktiónir sum fyrr vóru í samkomuhølir og prestagørðum.
Meðan sjálvt kirkjurúmið fremst verður brúkt til kirkjuligar handligar og konsertir, eru nýtslumøguleikarnir av øðrum rúmum og uppihaldstøðum meira margfald. Til høgru fyri inngongdina er ein gongd har sakristi/kontór hjá presti, kontór til starvsfólk og prentingarrúm eru. Hesi rúmini hava eisini sína egnu inngongd uttanífrá, so at fólk, sum hava privat ørindir hjá presti, kunnu fara ótarnað inn hagar. Sakristiið er staðsett soleiðis, at presturin hevur beinleiðis samband við kirkjurúmið og kann ganga út í kirkjuna undir balkongini. 
Í forkirkjuni  úti við glaspartíðið er eitt uppihaldsøkið, sum hevur lítlan tekøk og blað/tíðarrit haldarar til avísir o.a. Her verður gjørligt at møtast og práta við ein drekkamunni, lesa bløðini ella bara sita og vera burtur í tonkunum og njóta tað vakra útsýnið út á Havnarvág, omaná Sandá og niðan í Havnardal. 
Um hátalarar verða leiddir út hagar, kann eisini guðstænastan hoyrast fyri tey, sum kanska ikki hætta sær at sita inni í kirkjuni. 
Til høgru við inngongdina til kirkjurúmið liggur bíðirúm til luttakararnir í brúðarvígslum og barnadópum.
Kapellið kann brúkast til fleiri funktiónir umframt tær vanligu kirkjuligu tænasturnar. Har kunnu haldast minni og meira intimar konsertir, listaframsýningar av ymiskum slag o.s.fr. 
Niðara hædd hevur ymisk rúm, sum eru innrættaði til bæði serstøk endamál, so sum fermingarstovu við undirvísingarmøguleikum, og sum samstundis eru ógvuliga fleksibul við skjótiveggum, sum geva møguleika fyri størri og minni samkomum alt eftir tørvi.
Her er eisini ein stórur køkur og fundarrúm umframt stórt økið fram við vindeygapartínum við fríðum útsýnið út í náttúruna uttanfyri. Hettar økið er roknað sum uppihaldsøkið har møguleiki er at sita og njóta ein drekkamunn, halda ein minni óalmennan fund, hava caféløtur ella barnaansing í samband við bólkarúmið undir guðstænastu o.s.fr.
Niðara hædd hevur eisini egna inngongd, sum gongur undir høvuðsinngongdina. Soleiðis kunnu nógvir ymiskir aktivitetir verða í kirkjuni í senn. Á hendan hátt fær kirkjan ein týðandi leiklut, sum savningarstaður fyri ung og gomul á Argjum, og verður eitt stað har fólk samlast til nógv ymisk tiltøk. 
 
KIRKJURÚMIÐ
Tá man gongur inn í kirkjuna, so upplivir man eitt spæl millum ymiskar loftshæddir og millum lukkaðar og opnar fasadur, ljós og myrkur. Tá man trínur inn í forkirkjuna opnast takið upp mótið stóra glaspartínum, sum vendur mótið Sandá. Síðani gongur man undir balkongina inn í kirkjurúmið, sum aftur reisir seg hábærsliga upp oman ímóti altarinum. Meðan forkirkjan hevur nógv dagsljós, sum floymur inn gjøgnum vindeygapartíðið, so er kirkjurúmið meira lukka av takkonstruktiónini, har tær ymisku flaturnar tó eru loystar frá hvørjum øðrum, so glassprekkur lata ljósið koma inn. Samstundis sum konstruktiónin virkar lættari við spælinum millum flatur og sprekkur, skapar hettar spennandi mynstur í loftinum, sum loyvir ljósinum at floyma inn og kasta ljósstrálur runt í kirkjurúminum. 
Frammi í kórinum í høgru síðu er ein atriumgarður, sum er skildur frá kirkjurúminum við einum glasveggi, ið hevur ein innbygdan kross. Tá ljósið skínur inn aftanífrá slær krossurin skuggar inn eftir gólvinum framvið altarinum.   
Balkongin leggur seg sum ein rampa frammi frá kórinum, har hon trappar ómakaleyst niðaneftir langs við kirkjurúminum, til hon nær fulla hædd aftast og endar so niður í eina trappu, sum gongur út í forkirkjuna. Aftast á balkongini stendur urgan, og er eisini pláss fyri 30 mans kóri.
 
  • Argja Kirkja - Kapping
  • Argja Kirkja - Kapping
  • Argja Kirkja - Kapping
  • Argja Kirkja - Kapping
  • Argja Kirkja - Kapping
  • Argja Kirkja - Kapping
 
Luk