Sethús í Tórshavn

Evni: Sethús
Byggiharri: Privat
Stað: Tórshavn
Stødd: 250+ m²
Ár: 2014

Hesi snotuligu og sermerktu sethúsini eru í gerð Tórshavn. Eini gomul hús stóðu á økinum, men eftir umfatandi kanningar kundi staðfestast at gomlu húsini vóru í ógvuliga ringum standi. Avgjørt varð tískil at taka gomlu húsini niður og í staðin byggja nýggj.

 

Nýggju húsini vera staðsett soleiðis, at tey liggja væl fyri í mun til sólarljós. Vestur- og suðursíðan hava stórar glasflatur, umframt at stórur svali verður á vestursíðuni. Stórur partur av verandi lendi, so sum trø og lagaðir grótgarðar, verður varðveitt, meðan húsini sjálvi skapa lívd fyri høgættini.

  • Sethús í Tórshavn
  • Sethús í Tórshavn
  • Sethús í Tórshavn
  • Sethús í Tórshavn
 
Luk