Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt

 

Evni: Heildarætlan, miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
Byggiharri:        Tórshavnar Kommuna
Stað: Hoyvík
Stødd:  
Ár: 2012
Viðmerkingar:      
   
Toymi: Jóhann Laksáfoss, Suni. E.J. og Jóannes Petersen

 

 

   

Miðstaðargøtan í Hoyvíkshaganum, sum smýgur sær teir 600 metrarnar frá Hoyvíkar Kirkju niðan til miðstaðarøkið í Hoyvíkshaganum Suður í einum 80 metur breiðum belti, er ein partur av intigreraða býarpartinum millum Dalin Langa og Løgmannabreyt.

Ætlanin er, at Karlamagnusarbreyt skal innihalda tær týdningarmestu funktiónir og tænastur, ið ein nýmótans býlingur ella býur hevur brúk fyri. Eitt munandi tal á  arbeiðsplássum og íbúðir, sum kunnu/skulu vera í ovastu hædd í handils- og skrivstovubygningunum. Hettar fyri at geva lív til miðstaðargøtuna alt døgnið.

Økið er  80 metur breitt við einum 10 metur breiðum vegi, Karlamagnusarbreyt, sum smýgur sær ígjøgnum miðstaðin, har atgongd er til Myllutjørn og fríøkið. Hetta gevur byggiøki í nógvum ymiskum støddum og sniðum báðumegin Karlamagnusarbreyt.

Krav verður sett  um, at partur av veghæddini í bygningunum skal verða til útvenda nýtslu, t.v.s. handlar, tænastuvirki og matstovur v.m.. Hesin parturin er endin í niðastu hæddini ímóti Karlamagnusarbreyt og ikki minni enn 6 metur inn í bygningin.

Byggingin skal haldast innanfyri ásettu treytirnar í hvørjum einstøkum byggifelti.Samlaða talið á byggifeltum við Karlamagnusarbreyt er 53. Ímillum byggifeltini skulu vera parkeringsøki og fríðøki. Byggifeltini eru í høvðusheitum deild í trý ymisk snið: tað liniera byggifeltið, tað rúmliga byggifeltið og tað uppdeilda byggifeltið.

  • Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
  • Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
  • Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
  • Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
  • Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
  • Miðstaðargøtan Karlamagnusarbreyt
 
Luk