Sosialurin 30. marts 2006:

Ein stórur partur av fuglfirðingum nýtti fyri viku síðani møguleikan at støkka inn á gólvið til móttøku hjá Føroya Sparikassa, sum júst hevur latið upp, eina nýggja sera vakra privatdeild upp í Fuglafirði.

Nýggja Sparikassadeildin er bygd í nýmótans stíli, og bygningurin er klæddur við skifer. Miðbygningurin er gjørdur opin og gjøgnumskygdur, so deildin eisini framstendur opin, løtt og ljós. bygningurin er í trimum og liggur sum partur av fríøkinum við kirkjuna.

Bygningurin kann sigast at vera bindilið millum fríøkið og miðbýin, tí tað sæst gjøgnum miðbygningin, ið liggur í einari linju frá kirkjuni gjøgnum fríøkið og oman á høvuðsgøtuna.

 

Sosialurin 06. juni 2009:

Eitt samtak við Fuglø Arkitektum og eitt samtak við Arkitektum 99 Sp/f skulu kappast um at sleppa at gera prosjekteringina av Skúladeplinum við Marknagil

Fyrst vóru tey 28. Síðani fimm. Og nú eru bara tvey samtøk eftir.

Tilgongdin, sum byrjaði í fjør heyst og skal enda við at funnið verður fram til eitt samtak, sum skal sleppa at prosjektera Føroya størstu skúlabygging, eru nú komin eitt stig longur.

Paralell uppgáva
Av teimum 28, sum buðu seg fram í fjør vóru 5 samtøk vald út fyrr í ár, sum fingu í boði at bjóða uppá prosjekteringina. Freistin at bjóða var úti herfyri og nú eru so tvey samtøk vald burturúr, sum teir næstu mánaðirnar fara at luttaka í eini sonevndari paralellari uppgávu.

Undir hesi tilgongd verða samrøður hildnar við teir báðar luttakararnir, sum síðani skulu gera hvør sítt skipanaruppskot fyri skúladepilin. Út frá samrøðunum og skipanaruppskotunum verður so kosin ein vinnari.

Tey bæði samtøkini, sum eru vald út av teimum fimm, eru soleiðis samansett:

Arkitektar 99 Sp/f (FO)
Erik Møller Arkitekter A/S (DK)
Rambøll Danmark A/S (DK)
Verkfrøðingastovan (FO)
Schønherr Landskab KS (DK)

Fuglø Arkitektar (FO)
Bjarke Ingels Group ApS (DK)
Lemming & Eriksson (DK)
Sámal Johannesen (FO)
Martin E. Leo Sp/f (FO)
KJ Elráð Ráðgevandi Verkfrøðingar (FO)

Breið dómsnevd
Tey bæði samtøkini eru vald út eftir føstum dómskrøvum. Metingin varð grundað á prísin, organisatión og samstarv, mátan, umsøkjarin ætlaði at loysa uppgávuna og eina ítøkiliga skitsuuppgávu.

Tað er ein dómssnevnd við breiðari umboðan, sum hevur mett um og valt út tey bæði samtøkini, sum nú sleppa at halda fram í kappingini at prosjektera skúladepilin.

Í dómsnevndini hava sitið stjórarnir á teimum trimum skúlunum, sum fara at húsast í skúladeplinum, uttanveltaðir útlendskir arkitektar og umboð fyri Landsverk og Mentamálaráðið.

Long tilgongd
Tað tekur drúgva tíð at fremja so stóra verkætlan sum hana við Marknagil.

Arbeiði við prosjektuppskotinum og høvuðsprosjektinum byrjar væntandi í november í ár. Sjálvt arbeiði at byggja skúlan byrjar ætlandi í 2011

Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, Føroya Handilsskúla og Tekniska skúla í Havn

 
 
 
Luk