Um okkum, Arkitektar 99 Sp/f  

 
Lýsing av virkseminum:

Marita Weihe, arkitektur, sála og Jóhann Laksáfoss, arkitektur, settu Arkitektar 99 á stovn í 1999. Í 2006 yvirtók Jóhann Laksáfoss teknistovuna. Arkitektar 99 er ein ráðgevandi fyritøka og hevur nærum 20 ára royndir innan ráðgeving og projektering av øllum sløgum av byggiuppgávum.

Á teknistovuni starvast arkitektar og byggifrøðingar, og eru konsulentar knýttir at teknistovuni eftir tørvi.
Høvuðsarbeiðsøkini eru skitsuuppskot, projektering, byggileiðsla, eftirlit og programmering í sambandi við vinnubygging, stovnar og íbúðarbygging, alt frá nýbygging til endurbygging. Eisini taka vit okkum av at viðlíkahalda friðaðar bygningar.
Íblástur fæst m.a. við tøttum og nærløgdum samstarvi við byggiharran, samstundis sum teknistovan leggur seg eftir at virða og brúka áralongu royndinar, sum har eru. Nýggj vitan og nýggjur íblástur eru týðandi partar av dagliga arbeiðinum av at menna teknistovuna sum arbeiðspláss og tænastuvirki.
Vit taka okkum eisini av at tekna sethús, byggja verandi sethús um og skriva støðufrágreiðingar.
Kappingar:
Arkitektar 99 hava vunnið og fingið virðislønir fyri fleiri verkætlanir, og eisini hevur teknistovan fingið virðislønir saman við øðrum arkitektateknistovum. Nevnast kunnu hesar kappingar: 
Starvsmannafelagið, innboðin kapping í 2013, 1. virðisløn.
Hugskotskapping, Íbúðarbygging Oman Mattalag 2013, 3 virðisløn og innkeyp.

Skúlin við Marknagil,  2009, saman við Erik Møllers Arkitektar, 2. virðisløn.
Nýggj kirkja á Glyvrum, 2007, saman við Kontrast arkitekum, 4. virðsløn.
Eik Bank í Fuglafirði, 2006, 1. virðisløn.
Søborg Torv, 1997, saman við øðrum arkitekti,  4. virðisløn.
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Tórshavn, 1994, saman við øðrum arkitekti, 1. Virðisløn.
 
Kirkjur og prestagarðar:
Ein av avbjóðingunum hjá Arkitektar 99 hevur verið at sett í stand nakrar av kirkjunum í Føroyum. Nevnast kunnu: Kirkjan í Hesti, Kirkjan í Norðskála og Kirkjan á Sandi.

Harumframt hevur Jóhann Laksáfoss í nógv ár havt ábyrgdina av at viðlíkahildið prestagarðarnar.

Jóhann Laksáfoss hevur sitið í Fornminnisnevndini síðani 2005.

 

 

 
 
 
 
Luk