Maj 2017

Arkitektar99 vera við á temakvøldi í Vestmanna týskvøldið tann 16. maj 2017. Her verður framløga um hvat er umráðandi at hugsa um tá byggjast skal.

Annie Heinesen, arkitektur, kemur at greiða frá hvussu ein kann útnytta sítt grundøki best, og hugleitt um hvussu ymiskur tørvurin kann vera hjá hvørjum einstøkum einstaklingi.

Eystein Sivertsen, byggifrøðingur, kemur síðan at greiða frá hvat er umráðandi at hava í huga tá søkjast skal um byggiloyvi.

  • Maj 2017
  • Maj 2017


Desembur 2016

Vit hjá arkitektum99 vilja ynskja øllum okkara viðskiftafólki, samstarvsfeløgum, vinum og kenningum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

  • Desembur 2016


Desemur 2015

Arkitektar99 hava, saman við LOFTI arkitektum, fingið 2. virðisløn fyri uppskot um nýggja kirkju á Argjum. Sniðið á kirkjuni er ein tulking av fiskinum, sum tað kristna symbolið ICTUS, har kirkjan er kroppurin meðan kapellið er sterturin.
Nýmótans kirkjur eru í dag meira sum kirkjumiðdeplar, har nógvar ymiskar funktiónir samlast rundan um sjálvt kirkjurúmið.
Eikitræ er gjøgnumgangandi tilfarið í prosjektinum. Eik er valt tí tað er eitt sterkt og haldbart træ, sum skiftir lit og yvirflatu eftir veðrinum. Við tíðini útviklar tað sína egnu patina har tað gránar og fær ein silvurgráligan lit sum minnir um skræðu á fiski. Soleiðis hanga formur og materiali eisini symbolskt saman.

  • Desemur 2015
  • Desemur 2015
  • Desemur 2015


Apríl 2015

 

Fyrstu flísarnir verða nú lagdir á túnið kring Havnar Kirkju. Flísarnir eru úr føroyskum basalti og vera veittir av grótvirkinum í Skopun. Høgni Egholm, múrari, sendur fyri at leggja flísarnar. 

Umframt at gera túnið, standa arkitektar99 fyri at umvæla gólv, timburklædning og vindeygu. Øll kirkjan verður málað, innan og uttan, gamlar EL-innleggingar vera skiftar út, belýsningurin verður somuleiðis dagførdur í kirkjuni.

Arkitektar99 samskipa eisini alt annað arbeiði í kirkjuni, eitt nú tá konservatørur skal umvæla altartalvu og rammuverkið kring altartalvuna, umframt at fríska ljósakrúnur og onnur fornminni upp.

 
  • Apríl 2015
  • Apríl 2015
  • Apríl 2015
  • Apríl 2015
  • Apríl 2015
  • Apríl 2015


Mars 2015

Arkitektarnir hava gjørt uppskot til nýggjan veggjaklædning á vinnubygningi uppi á Hálsi. Klædningsplátur úr messing og kopari eru partur av hesum áhugaverda uppskotinum, sum umframt at hava forkunnigt tilfar, eisini er fult av spennandi detaljum. 

  • Mars 2015


Desembur 2014

Depilin til til børn og ung við fjølbreki sum arkitektar99 hava teknað er nú liðugur og var móttøka hildin í bygninginum tann 16. des.

Á skránni vóru fleiri røður hildnar av bæði Anniku Olsen landsstýriskvinnu og Magnusi Rasmussen borgarstjóra í Runavík.

Depilin fer at veita umlætting og onnur dagtilboð sum aður hava verið spjaddar kring landi. Øll nýmótans útgerð til umlætting er í bygninginum og fer hetta at vera eitt stað har børn og ung við fjølbreki fara at fáa so góðar umstøður sum møguligt.

 

Grein og myndir frá avhendingini kunnu síggjast HER

 

Arkitektar99 vilja ynskja Landsverki, sum hevur verið byggiharri, Runavíkar Kommunum, starvsfólkum á stovninum og ikki minst brúkarunum hjartaliga tillukku við bygningum og bestu ynskir framyvir.


Novembur 2014

Vardu bústaðirnir í Klaksvík, sum arkitektar99 hava teknað, eru nú komnir væl áleiðis. Arbeiði byrjaði um summarið í 2013 og verður væntandi liðugt móti sumri 2015. 12 íbúðir vera í bygninginum umframt felags stova, køkur og skrivstovuhølir.

  • Novembur 2014
  • Novembur 2014
  • Novembur 2014
  • Novembur 2014
  • Novembur 2014


Oktobur 2014

Í oktobur vóru arkitektar99 við á framsýning í Müllers Pakkhúsi, sum arkitektafelag føroya skipaði fyri. Arkitektar úr øllum Føroyum vóru við á framsýningini sum var frá 2.- 5. oktobur.

Arkitektar99 vístu nakrar av okkara nýggjastu verkætlanum fram, millum aðrar Tekniska Skúlan í Klaksvík, sum er ein útbygging av verandi skúlanum. Útbyggingin er í gerð í løtuni.

Ein onnur áhugaverd verkætlan, ið vit vístu fram, er íbúðarbygningurin "Drekin", sum skal byggjast framvið Dalavegnum í Havn. Verkætlanin er nú komin so mikið væl áleiðis at søkt verður um byggiloyvi í næstum. 

  • Oktobur 2014
  • Oktobur 2014
  • Oktobur 2014
  • Oktobur 2014
  • Oktobur 2014


Juli 2014

Arkitektar99 hava í juli mánað arbeitt við eini verkætlan at umbyggja og dagføra ein av gomlu bygningunum hjá SVF sum Starvsmannafelagið hevur keypt. Ætlanin er at bygningurin, eftir at umbyggingin er framd, skal hýsa skrivstovuvirksemi, umframt einum vælútgjørdum fundahøli, ið kann leigast til m.a. fakfelagsfundir ella fyrilestrar. Fundarhøli fer væntandi at rúma áleið 120 fólkum. Hølið kann eisini brúkast til onnur tiltøk, eitt nú veitslur ella ella smærri tónleikatiltøk.

  • Juli 2014
  • Juli 2014
  • Juli 2014


Juni 2014

Drekin

Sum drekin – ormurin við veingjum – smýgur bygningurin sær niðan eftir trøðni við Dalavegin. Sniðið skapar lívgandi útirúm kring bygningin, smáar deplar har íbúgvarnir kunnu møtast til prát ella spæl. Friðarligi áarløkurin rennur framvið Drekanum og gevur lív til grønu útirúmini og økið kring bygningin.

Áhugaverdur í skapi og ikki minst, áhugaverdur í byggihátti. Hann  er leysur av lendinum og tykist sveima í leysum lofti.

Álin, ið er skrædlað omanav trøðni, er lyft upp í loft og skapar tekjuna. Flagtekjan passar seg sjálva við vøkstri. Eitt avrit av traðarbønum við øllum tí vøkstri, ið hartil hoyrir.

Rúmd er á trøðni fyri í alt um 45 íbúðum í støddum frá 50 - 125 m², tillagað eftir eftirspurningi.

Burðardygd er lyklaorð í verkætanini. At verja upprunalendið, at spara orku, at skapa trivnað, at byggja bíliga og samstundis byggja vakurt.

  • Juni 2014


Arkitektar99 lýstu í nýggju Kvinnu, sum kom út fyrst í juni mánað.

Verkætlanin, sum er avmyndað í lýsingini, er av sethúsum sum Arkitektar99 hava teknað.

Húsini eru í gerð við Myllutjørn uppi í Hoyvík. Húsini eru í trimum hæddum, uml 60m2 hvør.

Húsini verða klødd við skifer steinflísum, meðan báðir útbygningarnir verða klæddir við timbri.

 

Arkitektar99 eru altíð klárir at veita ráðgeving innan nýbygging og umvælingar- ella dagføringararbeiði.


Apríl 2014

Í mars mánað gjørdu Arkitektar99 sáttmála við Bústaðir um projektering av 32 nýggjum íbúðum, ið skulu byggjast á økið hjá Bústøðum framvið dalavegnum. Tað eru Arkitektar99 og LOFTI arkitektar sum eiga uppskotið. Myndir av verkætlanini kunnu síggjast her niðanfyri.
 
 

 

  • Apríl 2014
  • Apríl 2014
  • Apríl 2014
  • Apríl 2014


Mars 2014

Hósdagin 20. feb byrjaði arbeiði at útbyggja Tekniska skúlan í Klaksvík. Arkitektar99 hava, saman við HMP, PB Consult pg KJ-Elráð, teknað bygningin, sum eftir ætlan skal standa liðugur við skúlaársbyrjan 2015. Ætlanin er, at nýggi bygningurin skal hýsa Klaksvíkar HF-skeiði og matvøruútbúgvingini sum heldur til í gamla Sjómansskúlanum. 

Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlanina verður áleið 36 mió kr.

Norðlýsið var tilstaðar við myndatólinum tá spakin var settur í - sí grein í Norðlýsinum her


 
Luk